2025-06-12 18:55

Um vikuskiftið, 14. og 15. juni, fara U17- og U19-kvinnulandsliðini at spæla vinardystir móti Íslandi.
Dystirnir verða ávikavist klokkan 14 og 16 báðar dagarnar. Leygardagin verður spælt í Vestmanna, og sunnudagin við Streymin, og dystirnir kunnu stroymast á live.hsf.fo.
Fyri bæði londini er talan um fyrireikingardystir til komandi EM-endaspølini í summar, sum bæði verða leikt í Montenegro, skrivar Hondbóltssamband Føroya.
EM fyri U19-landslið verður leikt frá 9. – 20. juli, og EM fyri U17 verður leikt frá 30. juli til 10. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald