
Í morgin er aftur stórur landsliðshondbóltsdagur í Føroyum. Tjarnir verður karmur um seinasta dystin hjá minnunum í EM-undankappingini, har Føroyar skulu tryggjað.
Sí eisini: Føroyar stríddu seg aftur til EM - fara eftir 1. plássinum sunnudagin
Sí eisini: Kann verða ein tungur dystur við Tjarnir
Tað er útselt til dystin - tað var tað sum so eftir heilt fáar minuttir. Í hesum sambandi heitir Hondbóltssamband Føroya á áskoðarar um at møta í góðari tíð.
- Parkeringspláss eru avmarkað, og vit heita á fólk um at koyra saman ella ganga, um tað ber til. Hetta ger ferðsluna betri fyri øll.
Dyrnar við Tjarnir lata upp longu klokkan 14.30, har tað verður tónleikur, andlitsmáling og sjálvandi eisini møguleiki at keypa okkurt at eta og drekka.
Hesaferð verður meira gjørt fyri at gera stuðulin í høllini skipaðan, tað veruliga merkist, at liðið hevur 3.000 føroyskir fjepparar í rygginum.
Seinast Føroyar høvdu heimadyst við Tjarnir, var til HM røkkstødd dyst hjá kvinnum fyri einum mánaða síðani (Mynd: Sverri Egholm)
Hita eisini upp á Hálsi
Nakað frá Hoyvíkshaganum verður eisini møguleiki at veruliga koma í rætta hondbóltshýrin undan dystinum.
- Í morgin frá klokkan 14 til 16 skipa nakrir av stóru stuðlarnir hjá føroyskum hondbólti fyri upphiting í OY. Swangah og Hans Ravnsfjall fara at spæla, og møguleiki verður fyri at koma í rættan hondbóltshýr.
Hesum boða HSF og stuðlarnir frá. Ókeypis bussar koyra frá OY niðan til Tjarnir klokkan 16 - ein tíma undan dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald