Fótbóltur

Upptakt: NSÍ skal reisa seg á Svangaskarði

Nógvir skotskir fjepparar eru í Føroyum til seinna Evropa League dystin millum NSÍ og Hibernian.

Mynd: Hibernian Football Club

Mynd: Hibernian Football Club

2018-07-19 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er helst eingin ivi um, at at Hibernian fer at koma víðari til 2.undanumfar í Evropa League. Munurin eftir fyrsta dystin er snøgt sagt so stórur. NSÍ tapti heili 6-1 í Edinburgh  og nú er egin æra og føroyska æran uppá spæl.

Hóast uppgerðin er avgjørd, so verður tað helst góður stemningur og nakað av larmi á Toftum í kvøld. Tað verða nemliga nógvir skotar á áskoðaraplássinum; helst nakrir hundrað.

NSÍ skal royna at reisa seg; klossut brotsspark, beinleiðis reytt kort, málmansdropp, skotskur effektivitetur og nakað av óhepni settu sín dám á í Edinburgh fyri viku síðani, og gjørdu sítt til at úrsltitið bleiv sum tað bleiv. Eitt gott frísparksmál frá unga Petur Knudsen var eitt greitt ljóspunkt hjá NSÍ.

Tað verður sera torført, men NSÍ kann gera sítt til at hjálpa føroyskum fótbólti við at fáa stig í kvøld. NSÍ hevur seianstu árini millum annað vunnið á Linfield á Svangaskarði, og í 2011 fingu runavíkingar ein flottan 0-0 javnleik ímóti Fulham úr Premier League, eftir at spenningurin var burtur eftir dystin í London.

Dysturin á Svangaskarði byrjar klokkan 19.45. Vit hava myndamann á staðnum og fylgja støðuni.  



 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder