Hondbóltur

Valur spældi javnt í Spania

Eitt fínt útgangsstøði hjá Silju Arngrímsdóttir Müller og teimum, men tað kundi verið nakað betri. Føroyski málverjin var eina løtu á vøllinum í fyrru EC-finaluni.

2025-05-10 20:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í fjør, er Valur í European Cup-finalunum við einum føroyskum spælara í hópinum. 

Hesaferð er tað kvinnuliðið hjá íslendska felganum, sum Silja Arngrímsdóttir Müller er partur av.

Føroyski málverjin og liðfelagarnir vitjaðu BM Porriño , sum er í Vigo-økinum í Spania, í fyrru finaluni fyrr í dag.

Umleið 2.000 áskoðarar vóru til staðar, skrivar handbolti.is, og teir sóu ein spennandi dyst.

Útiliðið var vælspælandi og effektivt fyri steðgin. Støðan var 16-12, tá liðini fóru at hvíla seg í Spania.

BM Porriño var tó betri eftir steðgin og vann seg skjótt upp á javnt. Tað endaði 29-29, og harvið er alt opið undan seinna dystinum. Hann verður á Hlíðarenda í Reykjavík, leygardagin 17. mai klokkan 14.

Silja Müller er ungur málverji, sum í Vali stendur í skugganum hjá. Hafdís Renötudóttir. Hon hevur havt eitt ógvuliga gott kappingarár, men tað gekk ikki so væl hjá Renötudóttir í dag. Silja fekk eina løtu á vøllinum, og hevði føroyski landsliðsmálverjin eina bjarging. Hon fekk trý skot ímóti sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder