Neyðugt varð við 80 minuttum - tvífaldari longdari leiktíð. Um Valur hevði vunnið í gjárkvøldið, hevði íslendska meistarasteypið komið við av Hafnafjørðinum til Reykjavíkar.
Allan Norðberg syrgdi eisini fyri, at hetta framvegis var ein møguleiki, tá føroyski landsliðsspælain javnaði í evstu løtu av longdu leiktíðini við sínum øðrum máli. Tí sum var fyrra longda leiktíðin:
Tvær ferðir fimm minuttir eyka var ikki nóg mikið í fjórðu finaluni, tí tað stóð framvegis á jøvnum millum Val og FH eftir 70 minuttir.
Valur hevði eisini javnað, tá fá sekund vóru eftir av vanligu leiktíðini. Men tað gekk ikki triðju ferð:
Allan Norðberg fekk eina bleyta útvísing, tá 90 sekund vóru eftir av seinnu longdu leiktíðini, og hóast føroyingafelagið fekk ein gyltan møguleika at javna aftur til 37-37, tá tíggju sekund vóru eftir, so vann FH. Málverjin bjargaði Valur-brotsskasti. Arnór Snær Óskarsson hevði annars skorað 15 mál fyri Val, men nú gekk ikki.
Bjarni í Selvindi var næstbesti málskjútti við sjey málum, og vann skálamaðurin millum annað brotskasti, ið var við at tryggja Vali enn eina longda leiktíð. Samanlagt var bakspælarin beinleiðis við í yvir tíggju málum
![]()
Bjarni í Selvindi gjørdi sítt, men tað rakk ikki til sigur (Mynd: Sverri Egholm)
Eftir ógvuliga dramatiska dystin mánakvøldið er greitt, at neyðugt verður við einari fimtu og avgerandi finalu um íslendska meistaraheiti.
Fimta finalan verður spæld hósdagin 7. mai klokkan 18.30 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald