Fótbóltur

Vár: - Vit skulu bara eftir at vinna aftur móti Portugal

Hugsa sum so ikki um EM-plássið ella um roknistykki, staðfestir strikuspælarin, sum fegnast um verjuavrikið saman við millum annað tvíburðasystrini í heimadystinum. - Skulu tó spæla betri, staðfestir Vár Bentsdóttir Zachariasen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-06 23:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Porto, Portugal (Portalurin): - Tað hevur verið ein langur og stríggin dagur, men gott at fáa eina venjing í beinini, har vit fingu arbeitt við ymiskum. Millum annað slíkum sum skal betrast í mun til mikukvøldið.

Hetta staðfestir Vár Bentsdóttir Zachariasen eftir fyrstu føroysku venjingina í Portugal, har EM-lagnudystir er á skránni sunnudagin klokkan 17.

Myndir: Komnar uppá pláss í Portugal

23-ára gamli strikuspælarin og miðverjin úr Ajax København spældi sín leiklut í 25-21 sigrinum, har nógv riggaði í verjupartinum - millum annað samstarvið millum Vár og tvíburðasystrina Lív Zachariasen.

- Tað var deiligt at fáa nógvar minuttir á vøllinum, og tað kennist sjálvandi nátúrligt, at spæla saman við Lív (...) nú skulu vit bara vinna sunnudagin eisini.

Sí eisini: Lív: Kenni meg sjálvandi ikki ótrygga at standa saman við Vár

Portalurin og FM1 eru á staðnum og hava ymiskt tilfar um vikuskifti – vit siga millum annað frá dystinum sunnudagin klokkan 17.

Klokkan 11 í morgin verður beinleiðis sending úr Porto. Pætur Nolsøe tosar við Hall Danielsen frá HSF og síðani fleiri av føroysku spælarunum. Lurta á FM1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder