Eftir landsliðssteðgin hjá kvinnum er endaspælið í bestu donsku deildini, og um uppflyting til deildina, farið í gongd.
Har eru nógv á føroyska landsliðnum, og kring tað, íblandað.
Mikukvøldið varð Jana Mittún toppskjútti fyri Viborg móti Ikast við átta málum, men liðið hjá Claus Mogensen, landsliðsvenjara, vann 40-37. Maria Pálsdóttir Nólsoy hevði kvøldið eftir fýra mál og fýra upplegg í tungu uppgávuni hjá Horsens í Odense
Hetta ver í ovara endaspælinum, har liðini hjá Claus, Janu og Mariu eru í sama bólki - og har nógv bendir á, at Ikast og Odense fara víðari til hálvfinalurnar, meðan liðini hjá føroysku bakspælarunum verða ov stutt.
Jana Mittún spældi ein frálíkan fyrsta álopsdyst eftir landliðssteðgin - við tólv málstigum - men tað var ikki nóg mikið í grannauppgerðini móti liðnum hjá Claus Mogensen (Mynd: Sverri Egholm)
Rakul Wardum vísti ikki Súnu Hansen og komandi felagi sínum náði
Í niðara endaspælinum snýr tað seg fyrst og fremst um ikki at enda aftast. Tí aftasta liðið eftir fýra umfar skal spæla play-off dystir, sum skulu vinnast, fyri at sleppa undan niðurflyting.
Í løtuni liggur Skanderborg, sum einki stig hevði við sær úr grundspælinum, á hesum niðasta plássinum. Í dag taptu Skanderborg og Súna Krossteig Hansen 29-36 fyri Ringkøbing. Heimaliðið byrjaði annars betri, men eftir smáar 20 minuttir kom Rakul Wardum inn í Ringkøbing-málið.
![]()
Rakul Wardum var skift inn og gjørdi stóran mun á sínum gamla - og komandi - heimavølli (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyski landsliðsmálverjin, sum vendir aftur til Skanderborg í summar, fekk skjótt fatur á skjúttum, og bjargaði, sambært Topphåndbold, 40 prosent av skotunum: Tíggju bjargingar uppá 25 skot. Súna, sum skal til Montenegro í summar, skoraði eitt mál og legði upp til fýra. Hon brendi eisini nakað móti Rakul, ið gjørdi støðuna hjá komandi felagi sínum verri.
Trý umfør resta í av niðara endaspælinum.
Føroyskt verjuyvirveldi í Keypmannahavn
Í løtuni sær út til, at aftasta liðið skal spæla móti Ajax København um upp- og niðurflyting.
Stóra føroyingafelagið í næstbestu donsku deildini vann í dag tann fyrsta play-off dystin um rættin at spæla móti liði úr bestu deildini. Hetta var móti Rødovre, og fá mál komu.
Tað endaði 19-18 í Bavnehøj - og fyri steðgin skoraði útiliðið bert fimm mál. Hoyvíkskvinnurnar hjá Ajax gjørdu sanniliga sítt í verjustøðu: Vár og Lív Bentsdóttir Zachariasen spæla oftast saman í miðverjuni, og í dag var Lív framamnfyri sum "eitt'ari" leingi, meðan Vár var aftanfyri sum tann mittasta í 5-1.
Elsa Egholm dekkaði sum bakkur (2'ari).
![]()
Lív og Vàr Bentsdóttir Zachariasen í Montenegro fyri viku síðani har tær dekkaðu upp saman í føroysku miðverjuni eina góða løtu. Í dag avrikaðu tvíburðarnir ógvuliga væl í týðandi dysti í Danmark
Eftir stegðin gekst betri hjá Rødovre at skora, men føroysku landsliðsspælararnir og hinar á heimaliðnum hildu fast. Vár Zachariassen skoraði eisini eitt mál av strikuni.
Liðini hittast aftur í Rødovre um eina viku - vinnur Ajax tá, so er liðið hjá Vár, Lív og Elsu víðari til næsta stig í uppflytingarspælinum. Annars verður neyðugt við einum triðja dysti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald