
Sum vit skrivaðu um fyri tveimum vikum síðani, so var Aleksandar "Sasha" Lacok á veg úr svenskum hondbólti (næstbestu deildini) til St. Gallen í bestu deildini í Sveis.
Sí eisini: Sasha skal nú spæla í Sveis
Felagið hevur nú endaliga váttað hesi tíðindini. TSV St. Ottmar Handball St. Gallen, sum er fulla navnið á felagnum, hevur í nú staðfest, at Sasha kemur til Sveis. Á heimasíðu felagsins stendur, at talan er um ein tvey-ára sáttmála; tað vil siga, at hann er galdandi til summarið 2027.
- Vit eru ógvuliga fegin um, at Aleksandar Lacok hevur vælt St. Otmar sum næsta fetið á sínari yrkisleið. Her er talan um ein ógvuliga evnaríkan spælara, sum longu hevur altjóða royndir.
Sasha til U19 HM-endaspælið í 2023 (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Í greinini verður millum annað nevnt, at Sasha fyrr í mánaðinum var við at spæla Føroyar víðari til EM-endaspælið hjá monnum á sannførandi hátt, og at hann í seinna helmingi av juni skal spæla HM-endaspæl í Póllandi við U21-landsliðnum.
Eftir hetta fer 21-ára gamli málverjin til Sveis, har eitt spenanndi kapittul byrjar. Aleksandar "Sasha" Lacok spældi sum ungur nógv við VÍF - síðstu tíðina áðrenn hann fór til Svøríkis, vardi Sasha málið hjá Neistanum.
Hann hevur seinasta árið spælt við svenska Lugi og verið fast við A-landsliðnum, síðani Nicholas Satchwell í fjør fekk álvarsaman knæskaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald