Tað var eisini ein missur fyri føroyskan kvinnuhondbólt, tá greitt varð í fjør, at VB ikki fór at spæla í bestu deildini. Eftir eitt gott 2017/2018, har VB av álvara bjóðaði av um finalupláss og fekk bronsu, misti liðið so nógvar leikarar (uttanlands og aldur), at felagið ikki metti, at tað gav meining at spæla í fremstu røð.
Í dag skrivar Suðuroyarportalurin, at dystir í bestu deildini aftur verða í Vágs Høll komandi kappingarár. Hetta váttar formaðurin í VB, Bogi Mortensen. ![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/07/31/615x455/vb-venjari-2019-e1551344393236-768x1024.jpeg)
(Bogi Mortensen og Martin Skarnvad - Mynd: Suðuroyarportalurin)
Í fjør spældi VB í 1. deild. Ungur danskur venjari varð settur í februar, og 21-ára gamli Martin Skarnvad skal standa á odda fyri besta liðnum hjá VB í bestu deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald