Vegna veður og seinkaðar flogferðir í dag og í gjár, eru broytingar gjørdar í dystarskránni til Wenzel Nordic Cup í kvøld.
Dysturin millum Valur og GOG er útsettur til klokkan 20 í kvøld.
Dysturin millum Kiel og H71 verður tíverri ikki spældur í kvøld. Orsøkin er, at ferðalagið hjá Kiel ikki nær at lenda til dystin í kvøld.
- Vit harmast um støðuna og tær avleiðingar, hon hevur fyri áskoðarar, leikarar og onnur, sum eru partur av tiltakinum. Umstøðurnar eru uttan fyri okkara ávirkan, og arbeitt verður við at tillaga skránna.
Ætlanin er, at dystirnir í morgin kunnu avgreiðast sum áður ætlað.
Nærri kunning um skránna fyri morgindagin verður tøk, so skjótt sum hon er endaliga staðfest.
Allir dystirnir frá Wenzel Nordic Cup kunnu stroymast á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald