Hondbóltur

Venja verjuspæl og vilja skriva søgu í Vilnius

Føroyar lótu bert 21 mál fara inn á Hálsi mikukvøldið, men nú harðnar mótsstøðan. - Ukraina hevur nakrar skjúttar, sum eru væl betri, enn teir hjá Kosovo, staðfestir Teis Horn Rasmussen, ið vil mótprógva nøkrum.

Pauli Jacobsen stóð ógvuliga væl móti Kosovo. Tað skal hann royna at gera aftur sunnudagin, tá føroysku menninir skulu royna at vinna ein útidyst í einari undankapping á fyrsta sinni (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Pauli Jacobsen stóð ógvuliga væl móti Kosovo. Tað skal hann royna at gera aftur sunnudagin, tá føroysku menninir skulu royna at vinna ein útidyst í einari undankapping á fyrsta sinni (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2024-11-09 11:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Vit fara eftir at vinna ein útivallardyst, so tit miðlar kunnu hava okkurt annað at tosa um, enn at vit bara tapa á útivølli.

Hetta segði Teis Horn Rasmussen - við einum skálkasmíli - við Portalin í gjárkvøldið. 

Sí eisini: - Vit fara eftir at endiliga vinna ein útivallardyst (Video)

Tað er tó eingin ivi um, at strikuspælarin og liðfelagarnir meina tað: Nú skal føroyska manslandsliðið broyta uppá søguna og loksins vinna ein EM-undankappingardyst á útivølli. 

Tað eydnðist millum annað at vinna á Kosovo tvær ferðir í 2015, tá Kosovo var vertur fyri Challenge Trophy - men hetta er talan um undankapping.

Føroyar vunnu eisini á Luksemborg í januar 2020, tá Luksemborg var vertur fyri HM undan-undankappingarbólki.

Uppgerðin móti Ukraina í morgin verður serstøk. Tað verður ikki beinleiðis ein heimadystur fyri Ukraina, hóast tað búgva nakað av ukrainum í Vilnius. Vegna krígsstøðuna í heimlandinum spæla hondbóltsmennninir sínar heimadystir aðrastaðni.

Føroyar spældu útidystin móti Ukraina í seinastu undankapping í Týsklandi. Hann vunnu ukrainar 29-25. Hetta var í Aschaffenburg í oktober 2022; rímiliga stutt eftir at Russland hevði lopið á Ukraina og fyrsti hondbóltsdystur hjá Ukraina síðani. Hetta var eisini nakað serstakt, staðfestir Teis í samrøðuni: - Tað var avgjørt meira enn hondbóltur fyri. 

Sí eisini: Ísak Vedelsbøl: - Tað er ordiliga kul at fáa størri leiklut á landsliðnum (Video)

Verjuparturin skal aftur vera sterkur - mótstøðan størri á hesum øki

Teis Horn Rasmussen er lyklaspælari í verjupartinum hjá Føroyum. Miðverjin fegnast um, at Føroyar ikki lótu nógv mál inn móti Kosovo mikuvøldið - 21 er lægsta talið av málum ímóti síðani heimadystin móti Lettlandi í HM-undankappingini í januar 2022.

Hann ásannar fyri Portalinum, at í mun til verjuspælið, so bíðar ein størri uppgáva frá klokkan 13 í morgin, tá ukrainar, sum skoraðu 39 mál í Niðurlondum hóskvøldið, standa yvirfyri teimum.

- Teir hava nakrar skjúttar, sum eru væl betri, enn tað vit møttu mikukvøldið. Vit skulu líka finna útav og arbeiða við, hvussu vit takkla tað. 

Sí eisini: 
Vilhelm: - Ukraina er helst eitt betri lið enn Kosovo
Mótstøðuliðið hjá Føroyum tapti tættan og málríkan dyst móti bólkafavorittunum

Peter Bredsdorff-Larsen legði í venjingini í gjárkvøldið stóran dent á verjuspælið: Hvussu Føroyar skulu verja í ávísum støðum. Millum annað var undirtalsverja - tá vit hava útvísing, og tá Ukraina spælir 7 ímóti seks - á breddanum. Tað snýr seg um at flyta seg rætt, at hugsavna seg um vandastøður og sanniliga um smálutir.

Tað er tó ikki bert verjuspæl, sum føroyska liðið hyggur at til komandi dyst:   

- Vit skulu líka fínpussa okkara álopsspæl og kontrafasuna. Vit taka nakrar kjansir og gera heldur fleiri tekniskar villur enn seinastu landsdystirnar. Tað skal helst vera nakað betri sunnudagin, staðfestir Teis Horn Rasmussen.

Føroyska liðið hevur aftur venjing í Vilnius seinnapartin. Tá verður tað í snotiligu og stóru dystarhøllini - meira tilfar harfrá seinni.

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Egin Tollaksson Kass tók til venjingina í skúlahøllini í gjár. Har varð hitað upp við fótbólti, trimum móti tveimum, áðrenn verjuspælið var á breddanum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder