
Tað er ikki langt síðani, at kappingarárið 2020 var av, men tað verður ikki leingi, til liðini í Betrideildini hjá monnum av álvara fara undir fyrireika.
Tey bæði seinastu árini hevur Venjarakappingin - VFF CUP - verið skipað sum seks umfør við fullum venjingardystum ístaðin fyri ein dag við fleiri stuttum dystum. Hatta hava feløgini tikið væl ímóti.
Í 2021 verður byrjað leygardagin 16. januar. Teir báðir næstu leygardagin eru eisini umfør á skránni, síðani verður eitt miðvikuumfar (3. februar), og seinasta vanliga umfarið skal leikast 13. februar. Tað er endaumfarið á skránni í Tórshavn, har finala verður ímillum liðini, ið hava fingið flest stíg. Sìðani spæla nummar trý móti nummar fýra, nummar fimm móti nummar seks, o.s.fr.
Í fjør var TB ikki við - B68 úr 1. deild var við ístaðin. B68 er aftur við hesuferð, men sum eitt Betrideildarlið og TB luttekur í ár.
Skráin fyri VFF CUP 2021:
1. umfar - 16. januar
07 Vestur - HB
B68 - KÍ
EB/Streymur - NSÍ
ÍF - B36
Víkingur - TB
2. umfar - 23. januar
NSÍ - B36
KÍ - Víkingur
HB - ÍF
B36 - EB/Streymur
TB - 07 Vestur
3. umfar - 30. januar
NSÍ - HB
Víkingur - EB/Streymur
ÍF - TB
B36 - KÍ
07 Vestur - B68
4. umfar - 3. februar
B36 - TB
HB - Víkingur
EB/Streymur - B68
NSÍ - ÍF
07 Vestur - KÍ
5. umfar - 6. februar
KÍ - NSÍ
Víkingur - B36
EB/Streymur - 07 Vestur
B68 - ÍF
TB - HB
6. umfar (Endaumfar) - 13. feburar
Finala, dystur um 3. pláss, dystur um 5. pláss, dystur um 7. pláss, dystur um 9. pláss
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald