Undan HM-lutakastinum, sum var fyrr í kvøld, boðaði Hondbóltssamband Føroya frá, at tað var eitt gott hugskot hjá føroyskum fjepparum at sita til reiðar. Hetta tí at atgongumerkjamøguleikarnir hanga saman við, hvønn man kom í bólk við - og hvar dystirnir skulu spælast.
Tað er nú greitt, at føroysku hondbóltsmenninir skulu spæla bólkaspæl í Magdeburg. Hetta móti Portugal, Pólland og Algeria. Eitt ivasamt lutakast - ítróttarliga og í mun til atgongumerkju.
Sí eisini: Føroyar fingu heldur keðiligt HM-lutakast
- Dystirnir verða leiktir í GETEC Arena, sum tekur uml. 6.500 áskoðarar. Sum áður kunnað um, so eru sera nógv atgongumerkið longu seld, bæði til innleiðandi bólkaspælið og millumumfarið. Tað er tískil skilagott, at keypa sær atgongumerkir beinanvegin á heimasíðuni www.handball2027.com.
Hetta var kunningin, sum kom frá HSF á heimasíðuni stutt eftir lutakastið. Og hetta stóð á Facebook-síðuni.
. Í løtuni er tó sera avmarkað við atgongumerkjum til innleiðandi bólkaspælið í Magdeburg. Har eru nøkur dagsatgongumerki til fyrsta og triðja dystin.
Um hugt verður á handball2027.com, so sæst eisini, at tað verður trupult at fáa eina føroyska fólkaflyting til bólkaspælið.
Tað eru bert fá tøk sum nú er til tí næstminstu høllina í endaspælinum. So er spurningurin, um fleiri koma afturat.
Í mun til eitt møguligt miðumfar, so stendur betri til: Atgongumerki at fáa til millumrunduna í Hannover, hetta um Føroyar blíva millum trý tey bestu innleiðandi og koma víðari.
Í tí umfarinum kunnu Føroyar møta millum annað Svøríki og Noreg.
Meira um HM-lutakastið, atgongumerki og annað, í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald