Fótbóltur

Verður eingin nýggjur dystur

VÍF hevur gjørt av, at man ynskir ikki at spæla av nýggjum móti Neistanum. Felagið hevur restina av vikuni at taka støðu til, um tað skal kæra avgerðina hjá Aganevndini.

VÍF spældi 35-35 javnleik móti Neistanum í Høllini á Hálsi 11. oktober - vestmenningar skoraðu tó eitt mál meira (Mynd: Sverri Egholm - frá stórsteypadystinum)

VÍF spældi 35-35 javnleik móti Neistanum í Høllini á Hálsi 11. oktober - vestmenningar skoraðu tó eitt mál meira (Mynd: Sverri Egholm - frá stórsteypadystinum)

2020-10-29 16:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Málið um "spøkilismálið", ella "huldumálið", eg ikki av enn, men tað verður eingin nýggjur dystur. Hetta hevur VÍF gjørt greitt í dag í fráboðan til Hondbóltssambandið. Tað skrivar Kringvarpið.

Úrskurðurin hjá Aganvendini hjá HSF var, at VÍF skuldi taka avgerð um, hvørt umdystur skuldi spælast ella ikki

VÍF vil ikki hava nýggjan dyst ímóti Neistanum, og harvið standa liðini framvegis til at fáa hvør sítt stig fyri dystin 11. oktober, tá VÍF skoraði eitt mál fleiri enn Neistin, men har heimaliðið fekk eitt mál skrásett, ið tað ikki átti at fáa.

VÍF hevur ikki tikið støðu til um avgerðin hjá Aganevndini hjá HSF verður kærd. Tað hevur felagið fýra dagar til at gera.

Úrskurðurin kann lesast her

VÍF er í løtuni oddalið í Burn-deildini, og hevur eitt stig flerii enn Neistin á 2. plássinum. Neistamenn vitja í Klaksvík í kvøld og kunnu við sigri har leggja seg á odda í fremstu kappingini hjá monnum.


Týdningamikil brot úr úrskurðinum: 
- Skrivarin metti skot (mál 24) hjá Jónsveini Dulavík fara í mál og skundaði
sær at skriva og sá tí ikki, at málverjin hjá VÍF fór afturum málið eftir bóltinum. Tær harmast um mistakið, men gjørdu eftir bestu sannføring.

- Aganevndin kann sambært § 6a, stk. 3 í viðtøkunum hjá HSF m.a. áseta, smb.
nr. 3 døma eitt lið at missa stig og/ella mál í einum dysti
nr. 4 áseta at nýggjur dystur skal spælast
nr. 5 at flyta stig til móttstøðuliðið

- Aganevndin metir, at ein ikki kann útiloka, at gongdin í seinastu 8 minuttunum av dystinum hevði verið annaðleiðis, um rætta støðan framgekk av máltalvuni og tískil er aganevndin komin til tann úrskurð, at nýggjur dystur skal/kann spælast millum liðini, treytað av at VÍF ynskir at leika nýggjan dyst. Aganevndin er av teirri fatan, at tá dysturin endaði við javnleiki, nýtist nýggjur dystur ikki
neyðturviliga ítróttarliga ella kappingarliga verða í áhuga VÍF´s. Við nýggjum dysti kann VÍF vinna eitt eyka stig, men eisini risikera at missa eitt stig.

- Aganevndin vil tískil lata tað vera upp til VÍF, at gera av um teir ynskja at leika nýggjan dyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder