Mikudagin verður lutakastið um bólkabýtuð til HM-endaspælið hjá monnum. Tá verður greitt, hvørjum býi Føroya skulu spæla í og hvørji mótstøðuliðini verða.
Tað einasta sum er greitt, er at Føroyar ikki koma at spæla í Stuttgart og koma ikki í bólk við Fraklandi ella Italia.
Hondbóltssambandið boðar í dag frá, at tað er torført at fáa fatur á atgongumerkjum til dystirnar. Størsti parturin av atgongumerkinum til HM-endaspælið fóru til sølu longu í desember mánaði, og áhugin verið stórur, sum vanligt er í Týsklandi.
Hetta ger samstundis, at tey londini, ið frammanundan eru koyrd í ávísar bólkar hava ein stóran fyrimun, tá talan er um keyp av atgongumerkjum, tí hesi kunnu longu nú tryggja sær atgongumerki. Hetta merkir ítøkiliga, at í fleiri av bólkunum er størsti parturin av atgongumerkjunum longu seld, meðan tað í einstøkum bólkum er heilt útselt, t.d. í bólkunum hjá Týsklandi og Danmark.
Bert fá hundrað atgongumerki eru løgd av til hvørt av teimum luttakandi londunum. Alt eftir hvørjum londum Føroyar verður bólkað saman við, kann talan gerast um millum nøkur fá hundrað til túsund atgongumerki. Nærri kunning um møguleikan hjá HSF fáa fleiri atgongumerki kemur eftir lutakasti.
Í Oslo í januar var verulig innrás tá einir 6000 føroyingar vóru í Unity Arena.
Lutakastið verður mikudagin kl. 16.
Drigið verður í 8 bólkar, har eitt lið longu er ásett:
München, bólkur A: Rað 1, Týskland
Stuttgart, bólkur B: Rað 2, Italia
München, bólkur C: Rað 1, Kroatia
Stuttgart, bólkur D: Rað 2, Frakland
Kiel, bólkur E: Rað 1, Svøríki
Magdeburg, bólkur F: Rað 1, Portugal
Kiel, bólkur G: Rað 1, Danmark
Magdeburg, bólkur H: Rað 1, Ísland
Hesi eftirverandi lond verða drigin í teir 8 bólkarnar:
Pottur 1: Egyptaland, Argenting
Pottur 2: Slovenia, Noreg, Serbia, Spania, Føroyar, Norðurmakedonia
Pottur 3: Grikkaland, Pólland, Brasil, Bahrein, Tunesia, Kap Verde, Kina, USA
Pottur 4: Katar, Kuveit, Japan, Algeria, Angola, Uruguei, Wild card 1, Wild card 2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald