Annað

Vestanstevnurenning í Miðvági í morgin

Ítróttarfelagið Frælsi skipar fyri renningina í samabndi við Vestanstevnuna um vikuskiftið.

2026-07-09 17:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við Vestanstevnu í Miðvági um vikuskiftið, verður í morgin, fríggjadagin 10. juli skipað fyri Vestanstevnurenning í bygdini.

Vestanstevnurenning er árliga rennikappingin, sum Ítróttarfelagið Frælsi skipar fyri í samband við vestanstevnu.

Renningin er bæði fyri børn og vaksin.

Byrjað verður við miðstaðarøkið, og runnið verður út á Bakka og aftur. Hendan rutan verður runnin tríggjar ferðir av teimum vaksnu, og er í alt 5,4 kilometrar. Børnini renna styttri teinar á somu rutu. Tey yngstu 400 metrar og tey eldru 800 metrar, skrivar Ítróttarfelagið Frælsi.

Bólkarnir eru:

  • Menn, veteranar og superveteranar, ultraveteranar
  • Kvinnur, veteranar og superveteranar, ultraveteranar
  • Unglingar gentur og dreingir árgang 2008-2011

Børn:

  • 2012-2014
  • 2015-2017
  • 2018-2024

Heiðursmerki verður latið til trý tey fremstu í hvørjum bólki.

Tilmelding til vestanstevnurenningina kann gerast á atgongumerki.fo seinast hálvan tíma áðrenn renningin byrjar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder