Fótbóltur

Video: - Eg fái notið løturnar

Vit merktu, at Kekkia hevði virðing fyri okkum, sigur Eyðun Klakstein eftir enn ein sigur. - Tað er nærum óveruleikakent, at HM-plássi ikki er so langt vekk, og vit kunnu uppaftur meira, sigur søguligi venjarin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-12 21:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eyðun Klakstein hevur gjørt ymiskt, sum eingn føroyskur landsliðsvenjari hevur gjørt áður.

- Hann hevur vunnið tríggjar kappingardystir á rað - og tríggjar heimadystir á rað

- Við honum sum landsliðsvenjara hava Føroyar vunnið sær tólv stig í einari undankapping (gamla metið var 9 í 2016-2017).

- Við Eyðuni Klakstein sum venjara hava føroyingar á pappírinum møguleka at enda í topp-tvey og fáa eitt endaspælspláss undan seinasta dystnum í einari undankapping.

Sí eisini: Settu stigametið í stórum stíli

Hann hevur alla orsøk til at vera fegin, og tað var 52-ára gamli klaksvíkingurin sanniliga eisini í kvøld. Eyðun Klaksten kundi, av røttum, prika tann útsenda hjá Portalinum nakað, hann fekk smílið av álvara fram, og so staðfesti royndi venjarin, at hann fekk notið alt í 2. hálvleiki.

- Ja, halt kpp tað var stuttligt...Atli (Gregersen, red.) stendur og rópar eitt sindur har, meðan eg og Jákup (Reinert Højgaard, greinari - red.) hyggja uppá nøkur ting. Eg fekk notið tað.

Eyðun Klakstein sigur eisin, at hann fer at njóta kvøldið og morgindagin; slappa eitt sindur av. Men framfýsni føroyski venjarin hyggur eisini frameftir.

- Hetta liðið kann uppaftur meira. Í kvøld hevði Kekkia týðiliga virðing fyri okkum, og tað er ikki altíð, at tey størru liðini hava tað. Og hetta er ein heilt annar dystur enn tann í Kekkia (2-1, red.), har vit annars vóru nær við.

Hoyr samrøðu vð søguliga og fegna føroyska landslðsvenjaran ovast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder