
Í síðstu viku fekk Mattias Heðinsson Lamhauge boð um, at hann fyri fyrstu ferð varð úttikin til A-landsliðið. Hetta var sjálvandi ein stór løta, sigur 21-ára gamli málverjin í samrøðu við Portalin beint fyri landsliðsvenjingina á Ovara Vølli í dag.
Havnarmaðurin, sum spældi í Noregi og fyri HB í ungdómsárunum, fór í fjør til B36 og í ár hevur hann fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í Betrideildini. Mattias hevur vart málið hjá liðnum í øllum dystunum, fyriuttan 4-2 dystunum í Runavík.
Hann er skrásettur fyri tveir U19-landsdystir fyri Føroyar.
Tøl: FaroeSoccer
Hoyr samrøðuna við Mattias Lamhauge ovast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald