Basel, Sveis (Portalurin): Maria Pálsdóttir Nólsoy skifti úr barndómsfelagnum Neistanum í summar, og spælir spælskiparin nú við HH Elite (Horsens) í fremstu donsku deildini.
Har er landsliðsspælarin Claus Mogensen eisini høvuðsvenjari. Maria staðfestir, at hon skal avrika til hvørja venjing í Danmark, og tað kenst. sum hon mennist allatíðina í løtuni á hægri stigi.
Yvirlit yvir føroyska hópin sæst við at trýsta á myndina
Miðalaldurin hjá Føroyum er beint omanfyri 23
Skilagóði bakspælarin er bert 20-ára gomul, men hevur hon stóran leiklut í føroyska álopsspælinum.
Á spælarahotellinum í dag staðfesti Maria Nólsoy, at tað verður umráðandi at spæla við ferð, spæla rundanum sterka verjuspælaran og strikuspælaran Tabea Schmid, umframt ikki at ikki gera ov nógvar tekniskar villur
Sí eisini: Vilja vísa at tað ber til
Hoyr samrøðuna við Mariu omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald