
Í vetur skifti hann til slovenska stórfelagi NK Celje, men í løtuni er Hanus Sørensen ikki í bestu deildini - hann er leigaður út til Triglav Kranj í næstbestu deildini.
- Man sá áðrenn sumamrferiuna, hvat klokkan hevði sligið, og eg var ikki ordliga ein partur av hópinum. Tíbetur funnu vit tó eina fína loysn, har eg nú fái fasta spælitíð á einum okay stigi.
Soleiðis sigur Hanus Sørensen við Portalin í dag. Landsliðsspælarin greiddi á Tórsvølli frá, hvussu hann er endaður í einum øðrum felagi í Slovenia so mikið skjótt.
Les eisini: Hanus Sørensen hevur spælt venjingardystir við liði í næstbestu slovensku deildini
- Minnir um onkrar oddadystir í Føroyum - vil geva hesum ein veruligan møguleika
Vit bóðu Hanus lýsa, hvussu stigið í næstbestu slovensku deildini, har Kranj er millum uppflytingarfavorittarnar, er:
- Tað er gott kropsligt stig - kanska tekniskit verður tað líka undir tað í ovara parti í Føroyum. Millum annað vegna grasið sum ofta er óslætt. Men eg vil meta, at dystirnar eru sum onkrir oddadystir í Føroyum; við til dømis HB, NSÍ og Víkingi
Hanus Sørensen staðfestir, at hann hevði møguleikan at koma aftur til Føroya í summar. Orkuríki og tekniskt sterki spælarin vildi tó geva yrkisfótbóltinum uttanlands ein møguleika og "bíta tað í seg":
- Eg sleppi ikki at prógva meg í Celje í løtuni, men kann møguliga fara aftur ella víðari til annað felag uttanlands. Eg havi avgjørt, at eg skal geva hesum ein veruligan møguleika og stríðast fyri tí, nú eg eri farin avstað aftur.
24-ára gamli havnarmaðurin setur til seinast eisini orð á spennandi uppgávuna móti Kroatia fríggjakvøldið:
- Summir kroatar, sum eg kenni, vænta 7 ella 8-0 til teir, men tað veðrur tað ikki. Vit fara at gera alt frammanfyri okkara fantastisku áskoðarum.
Hoyr alla samrøðuna omanfyri
HM-undankapping 4. umfar:
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli
19.45 Føroyar - Kroatia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald