Fótbóltur

Video: - Kann gott fara í álopið eisini

Gunnar Vatnhamar trívist best á miðjuni, men sigur tað vera líkamikið hvar hann spælir - hann er klárur at stríðast allastaðni á vøllinum fyri landsliðið. Leirvíkingurin vísir eisini á, at liðið noyðist at geva 110 prosent og arbeiða saman í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-08 14:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gunnar Vatnhamar er byrjaður inni í níggju útav teimum seinastu kappingardystunum hjá Føroyum. Harvið hevur 26-ára gamli leirvíkingurin so at siga verið fastur maður undir Håkani Ericson, og hann hevur, eins og fyri Víking gjøgnum árini, spælt á nøkrum ymiskum pláss: Á høgra kanti, í miðverjuni og á sentrala miðvøllinum. 

Gunnar  Vatnhamar verður helst á verjukenda sentrala miðvøllinum, og tað er sum so tað plássið, ið honum dámar best, men hann sló undan venjingini í dag fast, at fyri hann er tað líkamikið - so leingi hann fær minuttir á landsliðnum:

- Eg kann gott fara í álopið eisini, sigur hann smílandi.

Víkingurin er til reiðar at geva alt fyri landið og liðið í morgin, og tað er ógvuliga umráðandi at liðið gevur alt og hongur saman allan dystin.

Føroyar og Eysturríki spæla í annaðkvøld á Tórsvølli. Fyrsta bríksl er klokkan 19.45.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder