
Gert Hansen hevur staðið á odda til evropeisku dystirnar í summar, hetta saman við Óla Kristian Skála Jacobsen og í Champions League Ólavi Mikkelsen.
Hetta kemst av, at Jóhan Petur Poulsen ikki er til evropeiskar útidystir.
Eftir tapið í Belfast í kvøld og samanlagda smala tapið fyri norðurírska meistaraliðnum, staðfesti Gert Hansen, at innsatsurin hjá Víkingi var heilt í lagið, og at man hevði bjóðað av.
Tó vóru málini ímóti í kvøld "ov løtt", staðfestir maðurin, sum sjálvur hevur nógvar evropeiskum royndir sum spælari.
- Hetta kendist avgjørt betri, enn móti Lincoln Red Imps í Champions League, og vit halda kanska, at man hevði uppiborið betri. Men úrslitið lýgur ikki, staðfestir Gert fyri Portalinum og FM1.
Hoyr alla samrøðuna ovast
Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 14. august
Linfield (NÍR) - Víkingur 2-0 (2-0) 3-2 samanlagt
22' Kieran Offord 1-0
39' Sjálvmál (Ari Olsen) 2-0
Sí eisini: Bæði føroysku feløgini fullu í 3. umfari
Gert Hansen á Windsor Park í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald