Fótbóltur

Video: - Sigurin á Íslandi merkir nógv áðrenn dystin móti Montenegro

Tað verður tó eitt heilt annað mótstøðulið og ein heilt annar verjuháttur, staðfestir Elsa Egholm, sum fegnast um tað at spæla við Tjarnir men iðrar seg um skaðan hjá lítlusysturini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-17 18:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lagið í føroyska hópinum er framvegis gott eftir sigurin í Ísland mikudagin, og nú fyrsti heimadystur í EM-undankappingini av álvara nærkast.

- Tað merkir ræðuliga nógv at vinna á Íslandi, sum vit hava havt heldur tung tap ímóti fyrr.  Vit taka nógv jaligt við og fáa betri sett okkum upp til dystin móti Montenegro (...) royna tó ikki at hugsavna okkum um heimaáskoðarnar og alt tað, men tað er heilt klárt eitt pluss, at tað ger stóran mun, at vit kunnu spæla við Tjarnir. Tað gevur eitt eyka skump.

Les eisini: Íslendingar boyggja seg - Føroyar vóru bara betri

[object Object]
Elsa Egholm í góðum lagi til venjing í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta sigur Elsa Egholm við einum stórum smíli. 22-ára bakspælarn dekkaði ógvuliga væl upp í sigrinum í Reykjavík, har bert 22 mál komu inn ímóti Føroyum. Hetta verður tó ein heilt onnur uppgáva í verjuni og sum heild.

- Tær hjá Montenegro hava nøkur kilo fleri í mun til tær hjá Íslandi. Vit hava arbeitt við einum øðrvísi verjuhátti til hendan dystin, tí tað er eitt heilt øðrvísi mótstøðulið. So fáa vit at síggja, hvussu tað riggar, sigur ein av hoyvíkskvinnunum í Ajax København.

Elsa Egholm er lítlasystur Karin Egholm, sum í dag beklaði í støðu til venjing. Hetta er stórasysturin sjálvandi kedd av, men tað hon fegnast um er, at aðrar dugnaligar kunnu traðka til. Brynhild Pálsdóttir er javngomul við Elsu og hava tær spælt nógv saman - Brynhild verður í hópinum móti Montenegro í morgin sum høgru vongur heldur enn Karin Egholm, ið er á høkjum.

Sí eisini: Karin Egholm hevur beklað - Brynhild Pálsdóttir avloysir hana í hópinum

Sí samrøðu ovast

[object Object]Karin, lítlasystur Elsu, á høkjum á hallargólvinum við Tjarnir (Mynd: Sverri Egholm)

-------------------------------------------------------------

2. umfar í undankappingini til EM 2026 
Leygardagin 18. oktober
19.00: Føroyar - Montenegro

Støðan eftir 1. umfar:
1. Montenegro 2 stig
2. Føroyar 2 stig 

----------------
3. Ísland 0 stig
4. Portugal 0 stig

Seks umfør skulu spælast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder