2018-09-09 18:50

Pristina, Kosovo (Portalurin) - Sølvi Vatnhamar skoraði tvær ferðir fyri Víking í Kosovo í fjør, tá liðið spældi seg víðari í Champions League móti Trepca 89.
32-ára gamli miðvallarin hevur verið ein lykil í framgongdini hjá føroyska landsliðnum seinasta árið. Hann hevur darvast við ein skaða seinastu tíðina, men er nú til reiðar aftur.
Hoyr samrøðuna, ið vit gjørdu við Sølva eftir venjingina í kvøld, omanfyri.
Lagt til rættis hava Agnar Frederiksen og Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald