
Pristina, Kosovo (Portalurin): Í Niðurlondum í mars vóru fleiri hundrað føroyskir fjepparar og settu sín dám á. Teir vóru eisini við at hjálpa Føroyum til ein søguligan sigur.
Sí eisini: Fyrsti útisigurin nakrantíð í EM-undankapping
Øðrvísi er her, nú Føroyar kunnu endaliga tryggjað EM-plássið. Talið av føroyskum áskoðarunum her kunnu sum skilst teljast á einari hond, men Jákup Mikkelsen (Bigge) og Per Jacobsen eru við og eru ógvuliga spentir.
Per Jacobsen (t.v.) og Jákup Mikkelsen (t.h.) við Óla Mittún í miðjuni. Teir sóla sær uttanfyri flogvøllin í Kastrup, meðan bíðað verður eftir flogfarinum víðari til Wien (Mynd: Sverri Egholm)
Vinmenninir úr Klaksvík hava spælt fótbólt og hondbólt saman - í KÍ og í Stjørnuni. Teir fylgja enn spentir við í ítróttaheiminum.
Bigge hevur verið við til nógvar útidystir hjá Føroyum, og eigarin av Kjølbro Heilsøluni staðfestir, at hetta liðið er nakað serligt.
Per hevur verið til nógvar stórar fótbótlsdystir uttanlands - dystir hjá KÍ og dystir millum útlendsk lið. Nú vildi hann royna ein serstakan hondbóltsdyst, sum Bigge eisini "lokkaði hann eitt sindur við til".
Í dag hevði Peter Bredsdorff-Larsen bjóðað teimum við á ein video/taktikfund, og vóru klaksvíkingarnir eisini við til venjingina. Har var gott lag, og Jákup Mikkelsen royndi at skora brotskast móti Paula Jacobsen eftir sjálva venjingina.
Bigge móti Paula - málverjin vann tvídystin (Mynd: Sverri Egholm)
Per og Bigge saman við kameramanninum úr Kringvarpinum, Ragnar A. Jacobsen (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Føroysk kynstur skulu knógva kaldleikanum í Kosovo
Føroyingarnir hava eisini upplivað Pristina eitt sindur.
Fjepparar tippa ein sigur til Føroyar, hóast hetta er ein torførur útivøllur. Uppgerðin verður í morgin, hósdagin 8. mai, klokkan 19.15.
Jákup (Bigge) Mikkelsen og Per Jacobsen (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald