- Vegna kappingarskipanina, er hetta nærum einastu ferð, at vit spæla við revolvaranum fyri pannuna. Og eg elski tað.
Tað staðfestir Turið Arge Samuelsen undan sínari 11. steypafinalu. Kyndilskvinnur fara í morgin eftir triðja steypagullinum á rað, meðan VÍF, sum ikki hevur verið í finaluni síðani 2020, skal royna at forða fyri at hetta hendur.
- Vit spældu ikki upp til tað, sum vit vildu í hálvfinalunum móti Neistanum, men vit stóðu ímóti, tá vit vórðu trýstar maks. Tað kunnu vit nýta, sigur Fríða Nolsøe Olsen, sum í avgerandi løtunum var nærum ein einmansherur í álopinum hjá VÍF í avgerandi løtunum.
- Vit tíma illa, at Fríða hevur ein góðan dag, heldur Turið fyri - Um vit hava stegðað Turið eru vit komnar langt, heldur Fríða fyri.
Les eisini: Fríða skoraði 13 mál í seinnu hálvfinaluni - Turið skoraði samanlagt 25
Hoyr alla sendingina her - fyrstu tjúgu minuttirnar eru um mansfinaluna (Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen) meðan 20.30 og úteftir er um kvinnufinaluna.
FM1 sigur frá báðum finalunum í annaðkvøld og hevur, eins og Portalurin nógv tilfar við Tjarnir.
VÍF og Kyndil spæla kvinnufinaluna klokkan 17, og klokkan 20 bresta H71 og Kyndil saman í mansfinaluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald