
- Tað er tað størsta og stuttligasta sum fótbóltsspælari: At umboða títt land.
Hetta segði Jóan Símun Edmundsson eftir dystin móti Kroatia í kvøld, har spældi sín A-landsdyst nummar 95. Harvið javnaði 34-ára gamli toftamaðurin metið fyri dystir á manslandsliðnum hjá bygdamanninum Fróða Benjaminsen.
- Tað er nakað serligt. Fróði hevur júst nú tikið yvir hjá B68 og hann er ein legenda í føroyskum fótbólti (...) Man hugsar eitt sindur "aaaahhh" í kvøld, tí vit vóru nær við, men eg kann standa her og vera errin kortini.
Jóan Símun Edmundsson kom í góða støðu í seinastu sekundunum, eftir at Andrias Edmundsson snittaði víðari. Kroatar komu fyri í brotsteignum: - Eg vil líka síggja støðuna umaftur. Kanska eg kundi gjørt okkurt betri, sigur royndi áleyparin
Jóan Símun Edmundsson er eisini errin av lítla beiggja sínum, Andriasi Edmundsson, sum stóð undir lið hansara: - Hann vísir aftur í kvøld, hvat hann kann.
Miðverjin hevði hug at prika eitt sindur til stórabeiggjan:
- Eg ætla at taka hasar dystirnar hjá honum einaferð...men eg eri ótrúliga stoltur av honum, og eg eri glaður fyri at hava hann við. Til dømis syrgdi hann fyri, at eg kom í ísbað í áðni - eg hevði annars ikki hugsa so langt.
Hoyr eisini Jóan Símun og Andrias Edmundsson seta orð á 1-0 tapið fyri Kroatia, góðu støðuna hjá Jóan Símuni og trýstið móti endanum og komandi uppgávuna sum verður á Gibraltar mánakvøldið. Hon skal vinnast, staðfestir Andrias Edmundsson.
Hóast toftamenninir hava flest A-landsdystir (95), so er tað ein vinstri bakkur úr Saltangará, sum hevur flest minuttir á manslandsliðnum. Tað er Viljormur Davidsen, sum tók hetta metið hjá Fróða Benjaminsen í kvøld.
Hoyr Viljorm, sum ikki visti av hesum, seta orð á tað her
Sí eisini: Geza David Turi eftir fyrsta landsdystin: - Dreymurin er vorðin til veruleika
------------------------------------------------------------------------
HM-undankapping 4. umfar:
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli
Føroyar - Kroatia 0-1 (0-1)
31' Andreij Kramaric 0-1
Føroyar (5-4-1): Mattias Lamhauge - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (68' Martin Agnarsson) - Árni Frederiksberg (75' Jóannes Bjartalíð), Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen (75' Geza David Turi), Hanus Sørensen (85' Adrian Rúnason Justinussen) - Meinhard Egilsson Olsen (68' Jóan Símun Edmundsson).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald