Hondbóltur

Video: - Tað er eitt annað lív í HB nú

Venjaratoymið er klassi, og tað hevur ikki so nógv at siga, hvør byrjar inni, sigur Jákup Thomsen. Hann kom inn og skoraði tvær ferðir móti NS og sendi HB upp á 2. plássið - næsta ár verður farið eftir 1. plássinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-19 20:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er ikki fyri at snakka niður á nakran, og vit eru væl skúlaðar frá tiðini undir Sormani, men síðani André (Olsen, red.) er komin inn, er tað sum um, at eitt annað lív er yvir tí.

Tað sigur Jákup Thomsen, tá vit spyrja kvøldsins málskjútta hjá HB, hvør munurin er frá 1-7 tapinum mót NSÍ tíðliga í mars og tíðini tá - í mun til nú.

- Tað er ein gleði. Allir elska at koma til venjing, og vit skulu byggja á tað.

[object Object]
Jákup Thomsne hevur aftur skorað sum innskiftari, og slíkt sigur nakað, heldur hann sjálvur (Mynd: Sverri Egholm)

27-ára gamli áleyparin heldur, at samahaldð er sterkt í HB-húsinum, og at tað sigur nógv, at man undan seinasta umfai er á 2. plássið.

- Vit fara vónandi at ríða víðari á bylgjuni inni í næsta ár og tá bjóða av um tað ordiliga stuttligta: 1. plássið...onkur skal jú bjóða av, staðfestir áleyparin.

Hoyr eisini Jákup Thomsen seta orð á sjálvan sigurin á NSÍ í kvøld ovast

Les eisini: HB á 2. plássi eftir frálíkan hálvan tíma

-------------------------------------------------------

Betrideildin 26. og næstseinasta umfar
Í dag, sunnudagin 19. oktober

HB - NSÍ 3-0 (0-0)
63' Jákup Thomsen (Ári Mohr Jónsson) 1-0
68' Emil Grønn Pedersen (Mathias Voss) 2-0
90 (+8)' Jákup Thomsen (Heini Fossdalsá Sørensen) 3-0

Sí meira um dystin her

Støðan undan seinasta umfari:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder