
Gibraltar Portalurin: Undan landsliðssteðginum hevði hann ikki spælt í sjey vikur vegna skaða, og eftir tvær ferðir 90 minuttir fyri Føroyar, kennir Gunnar Vatnhamar seg eisini heldur eyman.
Hann fegnast tó um at hava spælt sínar landsdystir nummar 50 og 51 fyri Føroyar seinastu dagarnar.
- Tað er stuttligt at spæla stórar dystir í Íslandi og í evopeiskum kappingum, men at spæla fyri landið hjá tær er tað størsta, sigur 30-ára gamli leirvíkingurin.
Gunnar Vatnhamar var aftur stinnur í miðverjuni í dag, og Føroyar hava nú latið í miðal undir eitt mál inn, síðani verandi venjaratoymi tók við í november í fjør.
- Vit hava eina greiða skipan, sterkar spælarar sum greiða sínar uppgávur og so liggur tað í okkara DNA'i at stríðast til tað seinasta.
Gunnar Vatnhamar stórfegnast saman við føroysku fjepparunum eftir dystin (Mynd: Sverri Egholm)
Hann viðurkennir, at føroyska spælið ikki eydnaðist eftir ætlan ein stóran part av dystinum, men at tað ikki telur.
Nú eru trý stig afturat á konto'ini, og tað skulu fleiri koma í hús í oktober, tá Montenegro og Kekkia vitja, sigur Gunnar Vatnhamar at enda.
Hoyr alla samrøðuna ovast
Sí eisini: Málskjúttin: - Hetta er ekstremt stórt
-----------------------------------------------------
Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, mánadagin 8. september
Gibraltar - Føroyar 0-1 (0-0)
68' Martin Agnarsson 0-1
Føroyar (5-4-1): Mattias Lamhauge - Jann Benjaminsen, Samuel Johansen Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson - Árni Frederiksberg (86' Meinhard Egilsson Olsen), Brandur Hendriksson Olsen, Geza David Turi (73' Jákup Biskopstø Andreaen), Jóannes Bjartalíð - Páll Andrasson Klettskarð
Eftir 59 minuttir: Jóannes Kalsø Danielsen, Jóan Símun Edmundsson og Hanus Sørensen inn
Sí eisini: Seinasti hálvi tímin bjargaði trimum stigum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald