Hondbóltur

Video: - Um tingini rigga kann hetta av álvara verða spennandi

Her eru nógvir spennandi spælarar at fylgja hjá føroyingum, og tað er vítt spenni av mótstøðu og hondbóltsslagi, vit fara at møta undir EM. Hetta sigur Djóni Gaard Joensen, U18-landsliðsvenjari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-07-27 20:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag setti føroyski U18-hópurin kós móti Serbia, har EM-endaspælið verður spælt næstu tíðina.

Talan er um fyrsta endaspæl hjá 08- og 09-árgangunum, og talan er um eitt øgiliga gott lið við spennandi føroyskum spælarum at fylgja, staðfestir venjararin.

Portalurin fekk orðið á Djóna Gaard Joensen, annan av venjarnum undan fráferð.

Hoyr samrøðuna ovast.

Fyrsti dysturin verður spælur móti Finnlandi ólavsøkudag, 29. juli klokkan 13.30. Portalurin stroymir dystin ókeypis, og FM1 sigur frá.

Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 29. juli kl. 13.30 Føroyar – Finnland
Hósdagin 30. juli kl. 18.30 Spania – Føroyar
Leygardagin 1. august kl. 18.30 Eysturríki – Føroyar

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder