Hondbóltur

Video: - Vit fara eftir at vinna allar tríggjar dystirnar í bólkinum

Tað er ein fyrimunur, at ungu føroyingarnir eru vanir við at møta nógvum fysikki, staðfestir Torkil Dahl undan U20-endaspælinum. Hann gleðir seg eisini at spæla fyri barndómsfelagið EB í bestu deildini næsta kappingarár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-07-07 21:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit hava avgjørt góðar møguleikar í hesum bólkinum og ætla okkum at vinna allar tríggjar dystirnar.

Hetta staðfestir Torkil Sverri Debes Dahl undan U20 EM-bólkaspælinum.

Føroyska liðið fyrireikar seg í løtuni í Rumenia, og Portalurin tosaði við mannin av Oyrabakka, sum kann loysa fleiri uppgávur eftir seinastu føroysku venjingini.

Myndir: Seinasta venjing undan EM-fráferð

Hann hevur verið í StÍF seinastu tvey árini, men í 2026/2027 spælir EB í bestu deildini, og Torkil skal umboða barndómsfelagið í Burn-deildini.

- Tað er týðandi at hondbólturin er runt í øllum bygdunum

Portalurin sendir beinleiðis frá øllum EM-dystunum. Lagt verður til brots við lykladysti móti Serbia klokkan 17.30

Dystarskráin í bólkinum: 

Mikudagin 8. juli 17:30
Serbia-Føroyar

Hósdagin 9. juli 12:30
Føroyar-Turkaland

Leygardagin 11. juli 17:30
Sveis-Føroyar

Tvey lið koma víðari til miðumfari - hini skulu spæla um onnur pláss og møguligt U21 HM-atgongumerki

Til ber at síggja allar dystirnar á Portalinum og lurta á FM1

Sí eisini: Jákup Egholm: - Vit hava klókar hondbóltsspælarar og høgt toppstig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder