- Er man landsliðsspælari, so er man landsliðsspælari.
Venjaratoymi á A-landsliðnum hevur fingið atfinningar í seindingum millum annað eisini á sosialu miðlunum, um avgerðina at taka Aron Benjaminsen upp á A-landsliðið eftir tey bæði framúr málini, sum tryggjaðu U21-landsliðnum sigur í Estlandi 25. september.
Sí eisini: Aron avgjørdi í Estlandi - Føroyar hava sett stigamet
18-ára gamli vongurin varð í fyrstu syftu tikin út til U21-landsliðið til, men lagt varð upp til, at hann kundi koma við A-landsliðnum seinni í landsliðsvindeyganum. Og eftir fyrsta dyst hansara í ein mánaða, síðani skiftið frá Víkingi, komu boðini um úttøkuna til A-landsliðið.
Hetta merkti eisini, at føroyska U21-landsliðið var uttan Aron Benjaminsen, stóra álopskenda profilin til lagnudystin móti Luksemborg á heimavølli í seinastu viku. Høvdu Føroyar vunnið tá, hevði dreymurin um EM-pláss livað; hóast tað framvegis hevði verið neyðugt at vunnið á sterku íslendingunum og síðani eina røkkstøkk-uppgerð.
- So kostar tað hjá U21, og tað er kanska tað sama við Mattiasi (Hellisdal, red.) og Áka (Samuelsen, red).
Hetta staðfesti Eyðun Klakstein í viðtalu við Portalin í Astana týskvøldið. Eins og fýra dagar frammandundan, á Tórsvølli móti Slovakia, hevði Aron Benjaminsen sitið 90 minuttir á bonkinum fyri A-landsliðið. A-landsliðsvenjarin vísti á, at kviki og spennandi spælarin var tikin við sum ein jokari; til at "tveitast inn viðhvørt", sum leiklutur hansara er í fyrstu syftu á A-landsliðnum.
Mattias Hellisdal og Áki Samielsen hava eisini U21-aldur, men nakað eldtir Allsvenskan spælarararnir eru nú við A-landsliðnum. Serliga síðstnevndi - við trimum byrjanarplássum, einum máli og einum uppleggi í júst farna landsliðsvindeygað - hevur havt stóran leiklut. Mattias byrjaði inni í Moldova og kom eisini væl inn í Astana; "trekti" eitt reytt kort og var ósmæðin.
![]()
Aron Benjaminsen og Mattias Hellisdal beint undan dystarbyrjan í Astana. 20-ára gamli Hellisdal kom inn í týðandi løtu - Benjaminsen spældi bara fimm minuttir saman í trimum møguligum A-landsdystum hesaferð (Mynd: Sverri Egholm)
Eyðun Klakstein vardi sum heild avgerðina um at taka Aron Benjaminsen við A-landsliðnum eftir fyrsta umfar í landsliðsvindeyganum.
Eisini eftir at vongurin bert spældi fimm minuttir í tí eina dystinum. Hetta í Moldova tá Føroyar vóru undir stórum trýsti, og 18-ára gamli spælarin, stutt eftir fýra flogtúrar, nart við bóltin einaferð teir stóru fimm minuttirnar, hann var inni.
Sí eisini: Miðlarnir sluppa ikki at tosa við Aron Benjaminsen
Venjarin helt nakað speiskliga fyri, at "nei...tit hava rópt um at hann skuldi við A-landsliðnum". Men síðani meira til sakina fyri at greiða frá venjarasjónarhorninum:
- Aron varð tikin við, tí hann kann vera jokari hjá okkum. Tað var bara ikki løtan í dag. Vit høvdu annars ætlað tað, og serliga tá tað blívur 2-0: "Ókey, nú skulu vit satsa og koyra Aron inn". Men haldi ikki at tað varð løtan til tað; har høvdu vit tørv á øðrum leikarum.
Les eisini: Klassa avrik í ein lítlan tíma - persónlig mistøk kostaðu sigurin í Kasakstan
Eyðun Klakstein sipar millum annað til, at Føroyar stutt eftir 2-0 málið fingu Martin Agnarsson riknan av vølli. Nakað sum broytti dystarmyndina totalt.
Hoyr landsliðsvenjaran tosa um Aron Benjaminsen og støðutakanina har ovast
Hoyr alla samrøðuna úr Astana her: Útvísingin broytir dystin - men kortini ikki neyðugt at teir fáa tvey mál
Føroyar spæla avgerandi dystirnar í Nations League í november, har farið verður eftir 2. plássi. Tá spælir U21-landsliðið ikki, og spennandi verður at síggja um Aron Benjaminsen verður á listanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald