Podgorica, Montenegro (Portalurin): Tað eru tær báðar, sum hava spælt flest A-landsdystir fyri kvinnulandsliðið í hondbólti. Tær hava verið við til stór umskifti á landsliðnum - nú fer tann eina av brúnni.
Tað ger Bjarta Johansen eftir drúgva og trúgva tænasta. 32-ára gamli strikuspælarin úr Kyndli spælir í dag sín landsdyst nummar 57. Bert Pernille Brandenborg (60) hevur fleiri. Eftir stríðið við Montenegro í dag verður síðstnevnda tann elsta á landsiðnum.
28-ára gamli liðskiparin staðfesti í samrøðu í gjár, at tað er "syrgiligt", og tað verður "rørandi", tá Bjarta Johansen í dag takkar fyri seg í landsliðshøpi:
- Tað er mín "kastimakkari", mín kamarsfelagi...og eisini mín sjaffør. Nokk mín besti vinur á landsliðnum, og tað verður nakað heilt annað, tá hon ikki verður her, sigur Brandenborg um Bjartu.
![]()
Bjarta Johansen og Pernile Brandenborg eftir EM-dyst í Basel. Bjarta verður ikki við til EM-endaspælið í desember (Mynd: Sverri Egholm)
Sjálv heldur Bjarta, at hon hevur handfarið vikuna væl, tó at "nógv onnur hava verið røsk at mint hana á, at hon gevst nú".
Tó verður tað nakað serligt seinni í dag, og vónar strikuspælarin at fáa stóran leiklut í seinasta landsdysti sínum.
Sí video við Bjartu og Pernille ovast
Hoyr alla sendingina her: Spurnarkappingar millum fýra landsliðsleikarar og hugleiðingar um svanasongin hjá Bjartu
Føroyar og Montenegro spæla í seinasta umfari í EM-undankappingini í dag. FM1 sigur frá landsdystinum frá beint fyri klokkan 17.
Portalurin hevur beineiðis blogg, har til ber at fylgja gongdini í teksti og myndum. Meira tilfar verður eisini á báðum síðum seinni
Sí eisini: Sætta og seinasta uppgávan í undankappingini verður klokkan 17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald