Hondbóltur

Video: Elias beinleiðis við í tíggju málum í sigri og fyrbils toppskjútti í deildini

Mistøk og striltið við málskjótingini fyri steðgin men í 2. hálvleiki eydnaðist væl hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. Trý góð mál hjá honum síggjast her - Kiel hevur tvey stig upp til Champions League-pláss.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-11-23 13:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi serliga bart eftir steðgin í gjár, tá Kiel greiddi sína skyldu og vann 34-30 á Göppingen í 13. umfari av Bundesliguni.

Suvereni toppskjúttin hjá Kiel hetta kappingarárið skeyt seks mál, næstflest í dystinum, og er skrásettur fyri flest upplegg - fýra.

Føroyski spælskiparin varð eisini skrásettur fyri nógvar tekniskar villur í gjár, sjey í tali. 

Men tá Kiel kom í smávegis trupulleikar í løtum í 2. hálvleiki, tók Elias á Skipagøtu ábyrgd. Nummar 71 skoraði nógv góð mál - trý teirra síggjast omanfyri ella á Youtube-rásini hjá Dyn Handball.

Tey seks málini gera, at 23-ára gamli føroyingurin nú hevur skorað 109 mál í 13 dystum í Bundesliguni í ár. Eitt ógvuliga flott tal og tað ger, at í skrivandi løtu er Elias Ellefsen á Skipagøtu ovast á toppskjúttalistanum í Bundesliguni

Mathias Gidsel er tó bert eitt mál aftanfyri og fer at yvirhála, nú Füchse Berlin fer at spæla móti Rhein-Neckar Löwen klokkan 14. Tá skulu Hákun West av Teigum og teir royna at vinna seg undir liðuna á Kiel aftur í stigum í tætta stríðnum um Champions League-pláss.

Sí støðuna í Bundesliguni her

Dysturin hjá Füchse Berlin klokkan 14 sæst á Viaplay.

Hóskvøldið vunnu Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf eisini 34-30. Vilhelm skeyt eitt mál og var inni í verjuni í longri løtum móti Bergischer



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder