
THW Kiel tapti oddadyst og grannauppgerð síðsta vikuskifti, men føroyski spælskiparin og hinit komu aftur á sigurskós við sigri á Melsungen í gjárkvøldið.
Og tað var við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í miðdeplinum, at Kiel vann 31-29.
Nummar 71 hevði fimm brend skot, men hann skoraði eisini flest hjá Kiel (átta) og legði upp til nøkur mál.
Tá dysturin skuldi avgerast, skoraði Elias á Skipagøtu nøkur mál og vann Kiel tvey brotkøst.
Kiel er á 4. plássi í løtuni - eitt stig eru upp til 1. plássi.
Sí video ovast - ella á DYN Handball hjá Youtube
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald