Hondbóltur

Video: Elias Ellefsen á Skipagøtu syrgdi fyri einum stigi

Góðu og týðandi málini hjá føroyinginum til 25-24 og 25-25 í Gummersbach síggjast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-25 20:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk væl minni spælitíð enn í hinum dystunum í ár, men tá føroyski spælskiparin kom inn móti endanum av dystinum í Gummersbach, skoraði hann tríggjar ferðir og vann Kiel eitt brotskast.

Hetta tryggjaði THW Kiel eitt stig hóskvøldið, sum møguliga kann verða ógvuliga týðandi. Elias á Skipagøtu skoraði tvey tey síðstu málini, tá hann snýtti mótstøðumann og kastaði seg inn - hesi málini síggjast í almenna samandráttinum.

Sí hæddarpunktini hjá Dyn ovast ella á Youtube-rásini - málini hjá Eliasi síggjast á 3.15 og 3.35

Les eisini: Elias Ellefsen á Skpagøtu tryggjaði Kiel javnleik í evstu løtu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder