Tað byrjaði ikki væl hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel í Mannheim í gjár, men móti endanum avgjørdi Kiel.
Tað var við nummar 71, sum ein av avgerandi spælarunum. Elias skoraði nøkur mál seinastu løguna - av høgra bakki - og legði eisini upp til avgerandi málið hjá Eric Johansson.
Eitt gott mál hjá føroyinginum sæst á 2.40 omanfyri.
Kiel er við 28-27 sigrinum á Rhein-Neckar Löwen nummar fýra í Bundesliguni og væl við í Champions League-stríðnum.
Les eisini: Góð føroysk Bundesliga-byrjan eftir steðgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald