
- Hatta var veruliga ein 12. maður í kvøld, og eg hevði ynskt, at tað var soleiðis hvønn dyst.
Til endans í samrøðuni við Portalin í kvøld tosaðu vit við Magnus Powell um hansara fyrstu evropeisku uppliving við Djúpumýru: 2-0 sigurin á SJK Seinajoki.
Hana stórfegnast svenski venjarin um. Hann staðfestir, at KÍ-fjeppararnir góvu liðnum nógv, og at hann er errin av sínum liði.
- Hatta eru menn, sum arbeiða gróthart og hava so høga góðsku. Tað er hart at vera burtur frá familjuni, men so komi eg til venjing...og bar at síggja teir spæla brummu.
Magnus Powell prikaði eitt sindur til skotska venjaran hjá SJK, sum hevði eitt sindur at leikháttinum. - Hatta er tað, sum krevst í Evropa, og tað megna vit, staðfestir KÍ-venjarin eitt sindur turrisliga.
Sí eisini: - KÍ spældi bara langar bóltar og dúvaði uppá deyðbóltar
Sì eisini: Samuel: - KÍ er bara meira kyniskt og kann koma langt
Nú skulu Powell og menn hansara fyrireika seg til serbiska Radnicki í 2. umfari í Conference League. Fyrri dysturin verður á útivølli um eina viku - seinni dysturin í Klaksvík 31. juli.
UEFA Conference League - 1. umfar
Seinnu dystirnir, hósdagin 17. juli
KÍ - SJK 2-0 (0-0) - samanlagt 4-1
61' Árni Frederiksberg (Jákup Biskopstø Andreasen) 1-0
73' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 2-0
Sí eisini: KÍ og Árni gjørdu tað aftur
KÍ 5-4-1(3-4-3): Mark F. Jensen (31' Sebastian John) - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Gaston Nicholas Tellechea, René Shaki Joensen - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen (82' Mads Boe Mikkelsen) - Páll Andrasson Klettskarð (90+2' Filip Brattbakk)
Myndir: KÍ varpaði finska SJK út
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald