Ólavsøkudámur her í Føroyum og serliga í høvuðsstaðnum, men í høvuðstaðnum í Serbia eru nakrir ungir føroyingar staddir, sum mest hugsavna seg um at spæla ímóti Finnlandi.
Í morgin, 29. juli klokkan 13.30, spælar føroysku U18-hondbóltsmenninir fyrsta endaspælsdyst teirra. Hetta eru dreingir, sum eru føddir í 2008 og 2009, umframt Jónas Fossabrúgv frá 2010.
Á liðnum er millum annað ársins spælari í fremstu mansdeildini, Boas Ellefsen á Skipagøtu, umframt fleiri aðrir, sum "fólk kann gleða seg til at síggja".
Soleiðis tók Djóni Gaard Joensen til, tá vit undan fráferð spurdu annan av venjarunum um, hvat var í væntu av føroyska liðnum í Serbia.
- Her eru nógv stór talentir. Millum annað summir fólk hava sæð fyrr, sum fleiri kunnu væntað sær nógv av. Vit ætla at spæla góðan skjótan og undirhaldandi hondbólt. Og tað hugsi eg, at fólk kunnu tendra sjónvarpi fyri, staðfestir Djóni Gaard Joensen
Sjónvarpið, ið venjarin sipar til, er stroymingin á Portalinum. Vit senda allar dystirnar frá U18 EM-endaspælinum ókeypis við føroyskum viðmerkjarum og leggja fyri sjálvan ólavsøkudag. Tá mugu føroyingar metast sum favorittar at vinna móti Finnlandi - og ja; teir ætla at undirhalda, so tað er bara at hyggja á Portalinum eina løtu eftir løgmansrøðu og annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald