
Eins og í 2024, endaði tað við einum greiðum finalusigri í Hamborg, tá Flensburg-Handewitt royndi seg í Final Four í European League.
Týska stórfelagið var ein av favorittunum at vinna næstbestu evropeisku kappingina. Eftir longda leiktíð í hálvfinaluni leygardagin varð tað ikki eins spennandi í gjár, har tað endaði 32-25 móti franska Montpellier.
Sí hæddarpunkt frá finaluni ovast ella HER
Les meira her: Jóhan á Plógv Hansen við at endurvinna European League
Hetta vóru Ales Pajovic og hansara menn tó helst heilt glaðir fyri. Flensburg fekk sítt spæl at koyra - serliga strikuspælið í løtum har Lucas Jørgensen var øðiligur. Kevin Møller hevði eisini í finaluni eitt fralíkt avrik í málinum og varð kosin besti spælari í Final Four.
Jóhan á Plógv Hansen spældi umleið 45 minuttir á høgra vongi. Havnarmaðurin fekk eitt skot og skoraði eisini trygt uppá tað. Eisini vann havnarmaðurin Flensburg eitt brotskast í skjótum mótálopi, har útvísing eisini varð givin í støðuni.
Aftur í ár kundu hann og liðfelagararnir fegnast um evropeiskt gull. Ynski hjá Flensburg er sjálvandi at vera í Champions League og kappast um týska meistaraheitið, men í ár hava skaðar og annað lagt meinbogar fyri.
Jóhan á Plógv fer, eftir trý ár í Flensburg-Handewitt, víðari í summar. Tað er framvegis ikki almannakunngjørt, hvar hann skal spæla.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel, arvfíggindarnir hjá Flensburg, endaðu við bronsuni. Sí hæddarpunkt HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald