Fótbóltur

Video: Føroyskur sigursrúsur í Reykjavík

Sí málini hjá Áka Samuelsen og Mattiasi Hellisdal og onnur hæddarpunkt frá 2-1 sigrinum hjá U21-landsliðnum á "stórabeiggja" í Íslandi.

Føroyingar fegnast um annað av málunum, sum teir fingu tíðliga í dystinum (Skíggjamynd: Tv.fo)

Føroyingar fegnast um annað av málunum, sum teir fingu tíðliga í dystinum (Skíggjamynd: Tv.fo)

2025-09-04 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U21-landsliðið stóð í kvøld fyri einum skelki og einum bragdi. 

Tað er ikki ofta, at vit koppa íslendingum í fótbólti - og serliga ikki í kappingardystum - men tað gjørdu ungu føroysku reystmennini í Reykjavík.

Eitt stórt arbeiðs- og liðavrik við góðari ætlan frá Ólavi Mikkelsen og toymi. Føroyar hava fult stigatal eftir tvey umfør í EM-undankappingini (vunnu eisini 2-1 á Estlandi í juni)

Liðið spælir aftur í Luksemborg mánadagin, 8. september

Sí hæddarpunktini hjá Televarpinum niðanfyri  - málini hjá Føroyum komu tíðliga. Bæði innan fyrsta korterið

Sí eisini: Framúr føroyskt avrik og úrslit í Íslandi

-----------------------------------------------

[object Object]Fantastiskt at síggja: Føroyar hava koppað Íslandi í elsta ungdómsaldursbólkunum (Skíggjamynd)

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Hans Jákup Arngrímsson - Hanus Højgaard, Ejvind Restorff Mouritsen, Ingi Arngrímsson, Jákup Vilhelmsen og Virgar Jónsson - Heini Fossdalsá Sørensen, Mattias Hellisdal (80' Jóhan Josephsen), Árni Nóa Atlason - Áki Samuelsen (L) - Dávid Reynheim (55' Dávid Biskopstø Andreasen)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder