
Hann er fegin og lættur um at hava fingið sítt annað íslendska meistaraheitið í hús, men iðrar seg framvegis um, at Víkingur Reykjavík ikki kom longri í Evropa í summar.
- Tað er eitt gott plástur á sárið...eg eri framvegis vónbrotin av, at vit fóru út móti Brøndby í Confernce League. Vit skulu gera tað betur næsta ár í Evropa. Vit vilja í eitt deildarspæl aftur, slær Gunnar Vatnhamar fast.
Tað vil siga, at tríggjar dagar eftir meistarafagnað í íslendska høvuðsstaðnum vil viljasterki leirvíkingurin hava meira.
Sí eisini: Video: Soleiðis tryggjaði Víkingur Reykjavík sær meistaraheitið
Nú hann stendur í føroyska høvuðsstaðnum, staðfestir Gunnar Vatnhamar eisini, at tað er bert eitt ting, sum kann gera hann heilt nøgdan hesa vikuna: Seks stig á Tórsvølli.
Tað verður torført móti Montenegro og Kekkia, men í mun til útidystirnar móti somu liðum í mars, sum koppaðu hinvegin, so kunnu føroyingarnir fáa tað at koppa hinvegin hesaferð, heldur 30-ára gamli verjuspælarin við 51 landsdystum fyri.
Sí eisini: Hava bert spælt tættar dystir seinasta stóra árið
- Eyðun og restina av venjaratoyminum hava lagt eina góða ætlan, og vit eru til reiðar - í øllum veðri. Vit vilja gjarna hava regn og vind, heldur Gunnar Vatnhamar fyri.
Hoyr alla samrøðuna ovast
Lansliðsvenjarin:- Vit trívast væl í vindi og regni
Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í morgin, hósdagin 8. september
19.45: Føroyar - Montenegro
Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 12 stig (4 dystir)
2. Kekkia 12 stig (5 dystir)
3 Føroyar 6 stig (5 dystir)
4. Montenegro 6 stig (5 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)
Sunnudagin spæla Føroyar og Kekkia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald