
Fücshe Berlin spældi seg í Final Four í Champions League á ógvuliga sannførandi hátt.
Sí eisini: Hákun West av Teigum skal spæla Final Four í Champions League
Oddaliðið í Bundesliguni skoraði heili 77 ferðir í teimum báðum dystunum móti Aalborg.
Hákun West av Teigum skoraði níggju teirra - vongurin brendi bert eitt skot í fjórðingsfinalunum. 23-ára gamli føroyingurin fekk nógv at arbeiða við í fyrra dystinum.
Sí eisini: Hákun í hopla í stórum Champions League-sigri
Annað av málinum hjá Hákuni í 40-36 sigrinum í gjár sæst á 1.57 ovast í hesari greinini - ella HER.
14. juni skulu Hákun West av Teigum og Fücshe Berlin spæla Champions League-hálvfinalu í Köln. Tað er ikki greitt enn, hvørjum týska liðið skal spæla ímóti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald