Hondbóltur

Video: Her eru søtu hæddarpunktini frá ársins seinasta heimadysti

Føroyar vunnu 35-27 á Ukraina og vunnu harvið bólkin. Ukraina skal, hóast tapið, eisini til EM í januar 2026.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-05-12 09:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Evropeiska hondbóltssamgongan gjørdi nógv burturúr dystinum við Tjarnir í gjár.

Mitt í føroysku fólkaveitsluni var ein persónur, sum bara var komin til landið fyri at gera tilfar til sosialar miðlar fyri EHF. Frásøgn var eisini á EHF TV, og Føroyar - Ukraina var ein av "fokusdystunum".

Harvið eru eisini almenn hæddarpunkt á Youtube-síðuni hjá EHF.

Tey kunnu síggjast við at trýsta á leinkjuna omanfyri ella at hyggja ovast í greinini.

Har kunnu síggjast flott gjøgnumbrot og mál hjá Eliasi og Óla, sum spældu frálíka væl, og "køld" mál hjá Hákuni og Teis, ið báðir vóru 100 prosent á samanlagt effektiva liðnum.

Eisini eru bjargingar hjá Paula við, og góða huglagið í høllini kann eisini upplivast nakað í sjónbandinum, sum er tríggjar minuttir til longdar.

-----------------------

6. og seinasta umfar í EM-undankappingini
Við Tjarnir, sunnudagin 11. mai
Føroyar - Ukraina 35-27 (15-13)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 mál
Óli Mittún 6 mál
Hákun West av Teigum 5 mál
Teis Horn Rasmussen 5 mál
Leivur Mortensen 2 mál
Vilhelm Poulsen 2 mál
Ísak Vedelsbøl 2 mál
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2 mál
Bjarni í Selvindi 1 mál
Rói Berg Hansen 1 mál

Gagnnýtisprosent í føroyska álopinum: 76 prosent

Pauli Jacobsen gjørdi eisini sítt við tíggju bjargingum (30 prosent) Aleksandar "Sasha" Lacok bjargaði eina ferð, ta løtuna hann var inni.

Endaliga úrslitið av EM undankappingarbólki 6 gjørdist hetta:
Føroyar 9 stig
Niðurlond 7 stig
Ukraina 4 stig
------------------
Kosovo 3 stig

Trý tey ovastu eru víðari - Ukraina er ein av teimum bestu trý'arunum í undankappingini. Føroyar tryggjaðu við sigrinum sær best gjørligu styrkismetingini til EM-endakappingina. Lutakastið til tað verður hósdagin 15. mars

Sí meira tilfar frá dystinum við Tjarnir á Roysni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder