Hondbóltur

Video: Hoyvíkingurin høgdi bóltin í netið fýra ferðir í dramatiskum tapi

Vilhelm Poulsen hevði fleiri flottar atgerðir, men føroyingurin og hinir í Hannover-Burgdorf eru úti av steypakappingini eftir tvífalda longda leiktíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-11-06 14:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf vóru á veg til fjórðingsfinaluna í steypakappingini fleiri ferðir, men tað gekk ikki á útivølli móti Bergischer, sum er eitt av botnliðunum í Bundesliguni.

Tað var tætt og dramatiskt og neyðugt var við longdari leiktíð. Tá ein minuttur var eftir av longdu leiktíðini (2x5 minuttir) fór í gongd, var 33-31 til Hannover, men heimaliðið javnaði, tá fimm sekund vóru eftir.

33-33 eftir 70 minuttir, neyðugt var við tíggju minuttum afturat, og harv var Bergischer omaná.

Vilhelm Poulsen spældi lítið í avgerandi løtunum. Føroyski høgri bakkurin stóð annars væl í verjuni og skoraði fýra mál uppá fimm skot. Øll hansara skot síggjast í videobrotinum ovast ella á youtube-rásini hjá DYNHetta frá 1.50 og ein stóran minutt fram

Tey fýra málini vóru øll hoppiskot, tá armurin var uppi. Merkisvert, men Vilhelm vísti sanniliga sína skotstyrki, tá lagt varð upp til hann.

Hinvegin brendi føroyingurin uppá eitt frítt skot, og er júst hetta inn ímillum trupulleikin hjá 26-ára gamla høgra bakkinum.

Hjá Kiel gjørdist Elias Ellefsen á Skipagøtu dystaravgerandi, og er Kiel nú fjórðingsfinaluni.

Sí eisini: 7 mál uppá 20 minuttir: Elias Ellefsen á Skipagøtu sendi Kiel víðari

Í kvøld klokkan 18 spæla Hákun West av Teigum og Füchse Berlin um at koma í fjórðingsfinalu. Hetta við heimadyst móti Eisenach

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder