Podgoricia, Montenegro (Portalurin): - Eg eri tveir minuttir eldri enn Vár.
Tað staðfestir Lív Bentsdóttir Zachariasen, sum 11. apríl 2002 varð fødd sum tann fyrra av núverandi landsliðstvíburðunum. Harvið fylla hoyvíkskvinnurnar føðingardag, og tær fingu eisini sang og gávu við morgunmatarborðið í Montenegro.
- Andrass (Thomsen, sjóri í HSF, red) og hini høvdu syrgt fyri, at vit fingu eina páskakurv og fløgg.
Lív og Vár Bentsdóttir Zachariasen hava altíð spælt saman: Í H71, á U-landsliðum og nú í Ajax København (næstbestu donsku deildini) umframt á A-landsliðnum.
![]()
Lív og Vár vísa sína styrki og sínar dygdir í evropeiskum dysti hjá H71 í 2022 (Mynd: Sverri Egholm)
Tvíburðarnir slitu krossbandið - fyrst Lív og fáar mánaðir seinni Vár - í 2023. Tað var ein langur vegur aftur, men nú hava stinnu miðverjarnir staðfest seg aftur á A-landsliðnum og verið partur av søguliga góðari undankapping.
- Tað kennist ógvuliga væl at vera her, sum eru nú, og samanhaldið á landsliðnum er nakað serligt, siga tær við Portalin á einari balkong í Podgorica.
Sí eisini: Føroyar skulu til EM-endaspælið í desember (staðfest)
![]()
Vár til vinstru og Lív til høgru eftir HM-sigur í november - tað var umvent við borðið í Podgorica í dag: Lív til vinstru og Vár til høgru
Her fegnast tvíburðarnir saman við eldru systrini og foreldrunum í Trier (Myndir: Sverri Egholm)
- Claus og onnur kunnu taka feil - men tað eru vit so vanar við
- Ja, nú eru vit 24 ár, so vit hava hoyrt uppá tað leingi.
At Vár og Lív Zachariasen líkjast nógv, meira enn nógvir aðrir tvíburðar eisini, er eingin loyna. Og hóast tað tað verða endurtøkar, so leggja fryntligu føroysku hondbóltsspælararnir ikki so nógv í tað.
- Vit kunnu finna uppá at arbeiða uppá fólk eina løtu. Claus (landsliðsvenjarin) kennir ikki altíð mun á okkum, og kann finna uppá at rósa einari fyri avrik og atgerð hjá hinari. Men tað er bara stuttligt.
Sum heild hava Lív og Vár nógv at siga um hvørja aðra, og um munirnar millum tær.
- Tit kunnu hugsa V fyri Vár - dekkar til vinstru í miðverjini og hevur skinnara á vinstra knæði.
- So L fyri Lív: Ljóasari hár
Hoyr tvíburðarnir seta orð á hetta og annað í videobrotinum ovast
Lív og Vár Bentsdóttir Zachariasen skulu í morgin, sunnudagin 12. apríl, klokkan 17 spæla seinasta dystin í undankappingingi etil EM 2026 - sum Føroyar skulu til. FM1 sigur frá úr Podgoricia, og Portalurin hevur eisini nógv tilfar í dag og í morgin
Spurnarkapping millum fýra landsliðsleikarar og hugleiðingar um svanasongin hjá Bjartu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald