- Tað var kanska eisini gott "skuespæl".
Hetta viðurkennir Rúnar Hammer smílandi, tá Pætur Nolsøe spyr um reyða kortið, sum strikuspælari hjá Turklandi fekk, eftir at hann takklaði kvika føroyska bakspælarin.
Ivi var tó ikki um reyða kortið ella føroyska sigurin hósdagin, og nú er lagt upp til avgerandi bólkadyst móti Sveis. Hann byrjar klokkan 17.30 í kvøld, og kann stroymast á Portalinum, umframt hoyrast á FM1.
Rúnar Hammer er spælarin, sum hevur lagt upp til flest mál fyri Føroyar higartil, og Jákup Egholm hevur skorað flest mál (samanlagt 20).
Harvið er føroyski vongurin nummar trý á EM-toppskjúttalistanum eftir tvey umfør av bólkaspælinum. Beint frammanfyri hann er Tiago Cuencas.
Sveisiski bakspælarin hevur longu skorað 23 mál í EM, og hevur nógvar dygdir, staðfestir Jákup Egholm. Men føroyingar hava lagt ætlanir fyri, hvussu Cuencas skal tálmast.
Og sveisiska verjan verður mest sannlíkt lættari at finna loysnir ímóti enn tann serbiska, sum Føroyar spældu ímóti í fyrsta dystinum, heldur Rúnar Hammer. Tó skal yvirtalsspælið betrast: - Tað stríðast vit við, sigur spælarin úr Bjerringbro-Silkeborg.
Sí eisini: Video: Føroyskur sjampanjuhondbóltur
Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna, sum Pætur Nolsøe gjørdi við føroysku profilarnir umvegis video, meðan teir báðir vóru staddir á gistingarhúsinum í Rumenia.
Dysturin sæst ókeypis á Portalinum og kann hoyrast á FM1. Vit byrja at senda kl. 17. Dysturin byrjar kl. 17:30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald