Pernille Brandenborg setur orð á fyrsta dystin hjá Føroyum í HM-endaspælinum, sum fer av bakkastokki í Týsklandi og Niðurlondum mikudagin. Í samrøðuni tosar liðskiparin eisini um spenningin, nú kappingin fer í gongd.
Føroyska liðið kom til týska býin Trier í gjár, har tríggir dystir skulu spælast. Fyrst fyri liggur Montenegro, síðani verður spælt móti Spania fríggjakvøldið og sunnudagin er dysturin sum væntandi verður avgerandi, um Føroyar koma víðari ella ikki. Tá er tað Paraguai sum bíðar.
Sí eisini: Myndir: Føroyar vandu í HM-høllini í Trier
Lurta eisini: FM1 beinleiðis í Trier: Vónirnar eru góðar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald