
Hákun West av Teigum og teir vóru omaná so at siga allan vegin móti Aalborg, og Füchse Berlin vann 31-28 í 2. umfari í Champions League-bólkaspælinum.
Liðið vann eisini í fyrsta umfari, og eftir tey fýra málini í gjár, eita skottølini hjá Hákuni í Champions League higartil í 2025/2026: 11 skot, 10 mál og skoringsprosent á 90,9.
Føroyingurin var tryggur móti Niklas Landin tríggjar ferðir í gjár.
Sí málini omanfyri ella á Youtube
Sí almennu hæddarpunktini hjá EHF her - seinasta málið hjá Hákuni er við har
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald