
Hann javnaði metið hjá bygdamanninum á Tórsvølli móti Kroatia 5. september, og tríggjar dagar seinni fór Jóan Símun Edmundsson framvið Fróða Benjaminsen, tá toftamaðurin kom inn og gjørdi mun í álopspartinum á Gibraltar.
Jóan Símun hevur nú spælt 96 A-landsdystir fyri Føroyar. Tað hevur Heidi Sevdal eisini gjørt á kvinnusíðuni.
Les eisini: Heidi Sevdal hevur nú flest landsdystir av øllum
Seinasta mánaðin hevur Jóan Símun Edmundsson fingið hugsað og hugleitt nakað um serstaka avrikið, meðan føroyingurin hevur verið á Akureyri, har hann trívist væl. Tankarnir hava millum annað leitað 16 ár aftur í tíðina.
- Tað er ein stórur heiður at hava umboða Føroyar so ofta. Eg havi hugsað eitt sindur aftur til 2009, tá eg fekk debut sum 18-ára gamal og eisini sæð nøkur videobrot frá tí. Tá eg varð úttikin, hevði eg bert spælt ein U21-landsdyst, og eg fekk sum so ikki nøkur úttøkuboð - eg hoyrdi um tað í útvarpinum, sigur Jóan Símun flennandi.
Jóan Símun Edmundsson kom, eftir fimm dystir uttanfyri hópin, við aftur móti Gibraltar. Royndi álopskendi toftamaðurin gjørdi beinanvegin mun, og hann heldur seg vera komnan við einum øðrum hugsanarhátti og nøkrum at geva landsliðnum
Nú 34-ára gamli áleyparin staðfestir eisini, at hann á ein hátt hevur spælt seinastu landsdystirnar við sama hugsanarhátti sum tá:
- Eg havi á ein hugsað á sama hátt, sum tá eg kom inn sum 18-ára gamal. - Koyr ahead, tað gongur nokk. Ger man eitt mistak, so er tað bara víðari til næstu støðu. Og eg royni bara at njóta hvønn landsdyst, sum eg fái.
Metið er helst til láns, staðfestir KA-spælarin, men "eg haldi, at eg havi nakað at geva landsliðnum enn". Í morgin snýr tað seg um at byggja víðari á gongdina og at spæla uppá føroysku dygdirnar móti Montenegro.
Hoyr samrøðuna við Jóan Símun Edmundsson ovast
Sí eisini: Gunanr Vatnhamar kann bert sættast við seks stig hesa vikuna (Video)
Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í morgin, hósdagin 8. september
19.45: Føroyar - Montenegro
Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 12 stig (4 dystir)
2. Kekkia 12 stig (5 dystir)
3 Føroyar 6 stig (5 dystir)
4. Montenegro 6 stig (5 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald